Vøluspá
Vøluspá er kendasta og mest týðandi av norrønu gudakvæðunum. Soleiðis ljóðar fyrsta ørindi í Vøluspá:
- Hoyrið meg allar
- heilagar verur,
- meira og minni
- ættfólk Heimdals.
- Vilt tú, Valfaðir
- at eg sigi frá
- fornsøgum manna
- teim fyrstu eg minnist.
Tað finnast tvær fullfíggjaðar uppskriftir av kvæðnum, onnur í tí sokallaðu kongabókini Codex Regius, meðan hin er at finna í Hauksbók. Munurin millum uppskriftirnar er lítil, stavsetingin brýtur frá og onkur ørindi mangla í báðum. Vanligt er tí at nýta ein “normaliseraðan” tekst, har holini í aðrari útgávuni eru fylt út úr hinari.
Úrslitið er tann kenda útgávan av Vøluspá við 66 ørindum, yrktar í kvæðaháttinum fornyrðislag.
Tað sum serliga skilur Vøluspá frá øðrum gudakvæðum er, at tað ikki bara er ein uppremsan av ymsum mytologiskum frumevnum, men at kvæðið hevur eina nøkulunda samanhangandi søgugongd úr byrjan í enda.
Fleiri kvæði?
[rætta | rætta wikitekst]Tað er eitt sindur óvist, hvar og nær Vøluspá er yrkt. Helst er kvæðið sett saman í Íslandi onkuntíð seint í 10. øld, altso stutt fyri kristningini av landinum. Óvissan er tó grundað á ta sannroynd, at partar av Vøluspá tykjast at vera eldri enn aðrir. Hetta, og so frávik í frásagnarhættinum, bendir á, at kvæðið er sett saman av fleiri eldri mytiskum kvæðum.
Endurskipaði teksturin hjá Bugge
[rætta | rætta wikitekst]Ein afturvendand spurningur viðvíkjandi Vøluspá er: hvør er tað, ið vølvan tosar við? Hóast hon í innganginum biður “allar heilagar verur” t.v.s. mannaættina um ljóð, og fleiri ferðir setur spurningin: “Skilja tit nú ella hvat?”, so benda fleiri skeivt sett ørindi inni í sjálvum tekstinum á, at Vøluspá, sum onnur norrøn kvæði, upprunaliga hevur havt ein episkan inngang. Hetta fekk norska filologin Sophus Bugge (1833-1907) at gera eina lítla endurskipan av tekstinum, har hann flutti ørindini 22, 28 og 29 fremst í kvæðið.
Ver tó varugur við, at henda endurskipan, hvussu logisk hon enn kann tykjast, merkir, at kronologiska uppsetingin í upprunatekstinum er broytt.
Vøluspá
[rætta | rætta wikitekst]Um vit nýta tann endurskipaða tekstin hjá Bugge, so byrjar Vøluspá við at siga frá vølvuni og seiðkvinnuni Heið, sum undir andamáning í einsemi fær vitjan av Óðini. Hin gamli ásagudurin gevur henni gávur at síggja út í ymsar heimar.
So byrjar vølvan sína frásøgn við at siga frá um upphavið, hvussu tíðin tók sína byrjan í tí mytisku frumglopruni Ginnungagapi, um hvussu frumlutirnir vórðu til, og hvussu gudarnir fingu skil á tí skipaða alheiminum.
Eftir hetta kemur parturin ið vanliga rópast Dvørgatal, har vølvan sigur frá upphavi dvørganna og reksar eina rúgvu av dvørganøvnum upp. (Dvørgatal er helst eitt kvæði fyri seg, sum av einari ella aðrari orsøk er vavt upp í Vøluspá).
Síðan sigur vølvan frá, hvussu fyrstu menniskjuni vórðu skapt, og um nornurnar, lagnuguddómarnar, ið halda til við einari av rótunum á Yggdrasils aski.
Vølvan sigur eisini frá umstøðunum viðvíkjandi tí fyrsta krígnum í heiminum, tá gudaættirnar æsir og vanir ruku í krovið á hvørjum øðrum, orsakað av drápinum av tí frumkendu Gullveig.
Í øðrum parti verður hin ljósi og góðlynti Baldur dripin. Drápið hevur við sær eina røð av ræðugerðum, sum enda við ragnarøkum, har gudar og jatnir útrudda hvønn annan. Ragnarøkur gera enda á heiminum, jørðin søkkur í kav, og alt endar aftur í sínari upprunastøðu í ti myrka ruðuleikanum.
Sambært vølvuna skal ein nýggjur heimur tó rísa úr havinum. Har skulu Baldur og drápsmaður hansara Høður ráða fyri borgum. Ein nýggjur gullaldur skal koma, men fyri at gera vart við at alt gongur í ring, hómast hin ræðuligi ormurin Niðhøggur í sjónarringinum, ein áminning um at eisini hesin nýggi heimurin er dømdur til undirgang og deyða.
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Vøluspá
- Vøluspá á føroyskum. Týtt hevur Anker Eli Petersen © 2005
- Tjatsi.fo (Kelda)