Jump to content

Suðurevropa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Suðurevropa er eitt landafrøðilig øki í Evropa. Longur suður í Evropa vit koma, hægri stendur sólin á himlinum, og hægri hon stendur, meira hon vermir. Tí er veðurlagið lýggjari í Miðjarðarhavslondunum í Suðurevropa enn í t.d. Norðurevropa. Norðanfyri Alpurnar og á Pofløtuni eru tað meira sumrini enn vetrarnir, ið eru lýggjari, men úti móti havinum eru vetrarnir eisini mildir. Um summarið er himmalin eisini næstan altíð heiður, tí regnar har sjáldan. Um veturin afturímóti regnar tað altíð av og á, men har er tó so lýtt, at kavi og frost eru næstan ókend, og um hann kavar onkra náttina, bráðnar alt burtur aftur um dagin. Í meginpartinum av Miðjarðarhavslondunum er miðalhitin tann heitasta mánaðin um summarið millum 25 og 30 °C, og tann kaldasta mánaðin millum 10 og 15 °C. Hetta veðurlagið kalla vit subtropuveðurlag.