Írskt mál
Írskt Gaeilge An Ghaeilge | ||
---|---|---|
Tosað í: | Írlandi Stóra Bretlandi (Norðurírlandi) Kanada (New Foundlandi). | |
Tosandi íalt: | 2.000.000 (2011) Írlandi 1.770.000 herav 91.000 ræðið (flótandi) Norðurírlandi 200.000 Kanada 2.000 USA: 30.000 | |
Málætt: | Indo-evropeiskt keltiskt | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | ga | |
ISO 639-2: | gle | |
ISO 639-3: | gle
. |
Írskt (Gaeilge ella An Ghaeilge, Enskt: Irish) er eitt Goideliskt (Gæliskt) mál nærskyldt við Skotskt gæliskt og Manskt, sum tosað er í Írlandi. Írskt verður framvegis tosað í smáum enklavum, serliga í Connacht, har vesturi í Írlandi. Økini har írskt framvegis verður tosað verða nevnd Gaeltachtaí (eint. Gaeltacht), og fólkini verða nevnd Gaeilgeoirí (orðarætt "eldhugað írskmælt fólk").
Írskt mál er, saman við eingilskum, alment mál í Írlandi, og tvungin lærugrein í øllum almennum fólkaskúlum í Írsku Republikkini.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Írskt mál er fyrst skjalaprógvað við Ogham áskriftum frá fjóðru øld e.Kr., og verður hetta málið kallað frumírskt. Hesar áskriftir eru funnar kring alt Írland og á vesturstrondini av Stórabretlandi. Frumírskt broytist til fornírskt gjøgnum 5. øld. Fornírskt nýtti frá 6. øld latínska stavraðið, og upptók eisini nógv latínsk orð, serliga orð ið høvdu við kirkjumálið at gera. Í 10. øld hevði fornírskt útviklað seg til miðírskt, ið varð tosað í Írlandi, Skotlandi og á oynni Mann. Frá 12. øld fór miðírskt í teimum trimum londunum at broytast til tey lokalu málini, írskt, skotskt gæliskt og manskt.
Írskt Skriftmál
[rætta | rætta wikitekst]Høvuðsgrein: Írskt skriftmál
Tað írska skriftmálið gongur aftur til klassikst írskt, frá tíðarskeiðnum 1100-1600. Hóast ein skriftmálsbroyting (reformur) kom í seinna helmingi av 1940'unum, sum viðførdi eina nútímansgerðing av skriftmálinum, so byggir tað framvegis (eins og føroyskt) á upprunafrøði, tvs. tað er framvegis stórur munur á talumáli og skriftmáli, eins og í føroyskum.
Málføri
[rætta | rætta wikitekst]Írskt hevur í dag tríggjar høvuðsdialektir (málføri) hvørs geografiska útbreiðsla stórt sæð fylgir teim trimum landslutunum; Munster, Connacht og Ulster. Dialektin í tí fjórða landslutinum, Leinster, doyði út í 20. Øld, men bandupptøkur vórðu gjørdar av henni í árunum 1928 og 1931. Seinasti persónur ið tosaði Leinsterdialekt doyði í 1960.
Gaeltacht
[rætta | rætta wikitekst]Írsktmæltu økini Gaeltacht (An Ghaeltacht) í dag finnast í:
- Galway (Contae na Gaillimhe), harímillum Connemara (Conamara), Aran oyggjarnar (Oileáin Árann), Carraroe (An Cheathrú Rua) og Spiddal (An Spidéal);
- á vesturstrondini av Donegal (Contae Dhún na nGall); í økinum sum verður rópt Tyrconnell (Tír Chonaill);
- á Dingle hálvoynni (Corca Dhuibhne) og Iveragh hálvoynni (Uibh Rathach) í Kerry (Contae Chiarraí).
Smærri øki finnast eisini í Mayo (Contae Mhaigh Eo), Meath (Contae na Mí), Waterford (Contae Phort Láirge), og Cork (Contae Chorcaí).
Gweedore (Gaoth Dobhair) í County Donegal er størsta Gaeltacht sóknin í Írlandi.