Wikipedia:Hendingar/19. oktober
Appearance
Hin 19. oktober:
- 1453 - Hundraðárakríggið endar, eftir at franskar deildir høvdu afturtikið Bordeaux.
- 1781 - Amerikanska fullveldiskríggið endar við, at Lord Cornwallis gevur seg yvir til George Washington við Yorktown í Virginia.
- 1864 - Undir amerikanska borgarakrígnum endar slagið við Cedar Creek við sigri til Sheridan genral á suðurstatunum.
- 1988 - Stóra Bretland bannar allar útvarps- og sjónvarpssamrøður við IRA-limir. BBC sleppir sær undan regluni við at nýta sjónleikarar í samrøðunum.
- 2005 - Rættargongdin móti Saddam Hussein byrjar.
Leiðbeining
[rætta wikitekst]Á hesi síðu skulu helst bert vera tríggjar hendingar, ið verða skrivaðar stutt og í punktformi, danska Wikipedia hevur bert 3 hendingar fyri hvønn dagin, ið sæst á forsíðuni, tann enska hevur fimm hendingar og tann norska hevur uppaftur fleiri hendingar. Tað má bara vera upp til tann ið skrivar her at meta um, hvat ið passar best, men ikki ov nógvar hendingar. Hendingarnar skulu eisini kunna finnast aftur í greinini fyri dagin, og tað eigur at vera talan um týðandi hendingar fyri dagin.
Harumframt kunnu merkisdagar skrivast ovast (t.d. ólavsøka fyri 29. juli). Ein viðkomandi mynd skal eisini vera við her fyri at ímynda eina av hendingunum, hon skal bert vera 80 pixel (px) til støddar.