Umar ibn al-Khattab
`Umar ibn al-Khattāb (arabiskt, عمر بن الخطاب) (føddur 3. november 586, deyður 644), var ein fylgisveinur hjá stovnaranum av Islam, Muhammed, og hann gjørdist tann næsti statsleiðarin í Rashidun-kalifatinum, sum var tann fyrsta muslimski tjóðin.
Hann stýrdi við heitinum "herskari teirra trúgvandi" (Amir al Muminin), sum kaliffur í tíðarskeiðnum (634 – 644). Hann verður umrøddur av sunnimuslimum sum `Umar al-Farūq (Umar Tann sum skilur ímillum satt og falskt), og er eisini kendur sum Omar hin stóri. Hann varð føddur í Mekka og dugdi at lesa og skriva, sum var óvanligt tá í tíðini. Í fyrstani tá Mohammed gjørdist kendur, var Umar ein av størstu mótstøðumonnum hansara, men einaferð tá hann hoyrdi systir sína lesa úr koranini, gjørdist hann fyrst so illur at hann slóð hana, men so iðraði hann seg og bað hana halda fram at lesa, og so hendi nakað við honum, hann fyltist við kenslum, og sagt verður, at tað var tá ið hann varð umvendur til islamsku trúnna, hildið verður, at tað var Sura Ta-Ha, tann 20. sura'in, ið systirin læs upp fyri honum. Saman við nógvum øðrum flutti Umar úr Mekka til Medina í 622. Dóttir Umars, Bibi Hafsa, giftist við Mohammed í 625. Meðan Omar var kaliffur, avgjørdi hann at dríva jødarnar burtur av arábisku hálvoynni. Sambært søgufrøðinginum al-Waqidi kom Umar at hugsa um tað, ið Muhammed hevði sagt, tá hann lá fyri deyðanum, at tað ikki skuldu vera tveir átrúnaðir í Arábia. Hann tryggjaði sær, at Muhammed veruliga hevði sagt hetta, og síðan gav hann boð um, at jødarnir skuldu fara av arábisku hálvoynni.[1]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Al-Waqidi: Muhammed in Medina, Berlin 1882, s. 162