Ting
Appearance
Eitt ting (norrønt: þing) er ein samkoma, sum umboðar fólkið í einum ávísum øki. Tosað verður tí um eina fólkaumboðan. Funksjónin hjá einum tingi er fyrst og fremst at smíða lógir. Lóggevandi valdið er í Føroyum er hjá løgtinginum saman við løgmanni. Tingræði er ein politisk stýrisskipan, har tingið hevur vald yvir, hvør myndar stjórnina.
Dømir
[rætta | rætta wikitekst]- Danmark: Fólkatingið
- Føroyar: Løgtingið
- Grønland: Landstingið (Inatsisartut)
- Írland: Oireachtas
- Ísland: Altingið (Alþingið)
- Noreg: Stórtingið
- Svøríki: Ríkisdagurin
- Tyskland: Bundestag
- ES: ES-Parlamentið (EP)