Teokrati
Appearance
Teokrati, eisini nevndir gudastýri, er í landi, har prestaskapurin hevur alt vald, og stýrir eftir halgu bókum sínum. Í Iran eru tað mullaharnir - skriftlærdir muslimar og prestar, sum hava valdið, hóast stjórnarvaldið ikki er á átrúnaðarligum hondum. Stýrisskipanin í Vatikanríkinum, minsta ríkinum í heiminum, er bæði gudastýri og kongsveldi. Ríkisovasti er pávin (Benadikt XVI), ið eisini er oddamaður fyri rómversku katólsku kirkjuni.