Olaf Olsen
Appearance
Olaf Olsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 17. apr 1935 í/á Søldarfjørður |
Alma mater | Technical University of Denmark |
Starv | engineer, vinnulívsfólk, skipari, politikari |
Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin |
Dátuheiti |
Olaf Olsen (f. 17. apríl 1935 í Søldarfirði) er fyrrverandi vinnulívsmaður og politikari fyri Fólkaflokkin.
Olaf Olsen er útbúgvin stýrimaður 1959 og skipsførari 1965 við prógvi frá Danmarks Tekniske Højskole 1967. Hann starvaðist sum skipari i 1959-71, sum stjóri fyri P/F Vónini 1971-81 og 1983-89, og sum stjóri fyri P/F Beta 1977-81, 1983-89 og 1994-2004.
Olaf Olsen var løgtingslimur tíðarskeiðið 1980-1994 og landsstýrismaður 1981-1983 í fiskivinnu- og handilsmálum og í 1989-1991 í ídnaðar-, heilsu- og landbúnaðarmálum. Hann var nevndarlimur í Fiskivinnuráðnum 1979-80, nevndarformaður fyri Fiskamarknaði Føroya frá 1993.Hann var varða løgmaður hjá Jógvan Sundstein 1989 - 91, og var hann í nevndini fyri Føroya Banka 1979-89 og 1991-93.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 332. (PDF Archived 2006-09-27 at the Wayback Machine)