Nostradamus
Michel de Nostredame (14. desember 1503 – 2. juli 1566) er ein av heimsins kendastu profetum. Hann er mest kendur fyri bókina "Les Propheties", ið er skrivað sum vers við fýra reglum hvørt. Tey, ið lesa hansara verk, hava givið honum heiðurin fyri at hava spátt fleiri stórar hendingar í søguni. Millum annað ta fronsku kollveltingina, atombumbuna, tá ið Adolf Hitler kom til valdið og 9/11. Serliga aftaná 9/11 gjørdist Nostradamus kendur og kom á fleiri listar fyri mest seldu bøkur.
Nostradamus var føddur í Suðurfraklandi í desember 1503. Hann var sonur ein kornhandlara, ið eisini var eitt slag av skrivstovumanni. Upprunaliga var familja hansara jødisk, men var konverterað til katolismu í 15. øld. Tá ið Nostradamus var fimtan ára gamal, fór hann at taka prógv á universitetinum í Avignon. Men aftaná eitt ár, var hann noyddur at steðga aftur vegna Svarta Deyða. 26 ára gamal fór hann aftur í skúla, aftaná at hava arbeitt í nøkur ár. Hann fór at lesa til lækna á universitetinum í Montpellier, men var útvístur aftur tá tey funnu útav at hann hevði arbeitt sum apotekari, ið var eitt slag av arbeiði, ið var bannað. Hann fór tá aftur at arbeiða sum apotekari, og gjørdi eina vitamin, ið var kend víða fyri at verja móti Svarta Deyða.
Í 1531 fór Nostradamus til Agen. Har giftist hann við einari konu, ið enn er ókend, men føddi honum tvey børn. Børnini og konan doyðu í 1534, sikkurt av Svarta Deyða. Aftaná deyða teirra ferðaðist hann víðari ígjøgnum Frankaríki og kanska Italia. Hann búsetti seg í Salon-de-Provence, har hann giftist við einari ríkari einkju og fekk seks børn, tríggjar gentur og tríggjar dreingir. Hann byrjaði at fara vekk frá heilivágnum og fór ístaðin móti tí dulda. Hann skrivaði ein álmanakka og var so væl nøgdur við úrslitið, at hann skrivaði ein ella fleiri hvørt ár. Samanumtikið eru tær kendar fyri at hava yvir 6300 spádómar, har ið teir flestu ikki vóru rættir. Eisini 11 árligar kalendarar, har allir byrja 1. januar og ikki í marts, sum annars hevur verið hildið. Tá byrjaði hann at skriva 1000 vers við fýra reglum, har spádómarnir eru, ið hann er kendur fyri í dag. Av tekniskum grundum vóru tey seinastu 58 versini í tí sjeyndu bókini við hundrað versum, eisini kallað Árhundrað, aldrin útgivin.
Versini fingu ymiskar reaktiónir tá ið tey vóru útgivin. Nøkur fólk hildu at Nostradamus var falskur ella ørur í høvdinum, meðan fleiri hildu at hansara vers vóru andaliga inspireraðir profetiir. Skjótt komu tey ríku allastaðni frá og vildu hava horoskopir og góð ráð frá honum. Drotningin, kona kong Henry II úr Frankaríki, var ein av fylgjarunum hjá Nostradamus. Aftaná at hon hevði lisið hansara álmanakka frá 1555, ið hótti ta royalu familjuna, bað hon hann um at koma til París at forklára og at tekna horoskopir til tey royalu børnini. Í tí tíðini helt hann, at hann fór at vera hálshøgdur, men tá ið hann doyði í 1566, hevði hon gjørt hann til ráðgeva og lækna hjá konginum.
Í 1566, eftir at giktin hjá Nostradamus hevði plágað hann í nógv ár, bleiv hon til vatnsótt. Fyrst í juli sigst hann at hava sagt við sín sekreter, at tey fóru ikki at finna hann livandi við sólarris. Morgunin eftir var hann funnin deyður við síðunar av songini hjá sær.