Kana
Appearance
Kana bókstavir vóru mentir í Japan millum ár 700 e.Kr.f. og ár 900 e.Kr.f. Teir eru partir av japanska skriftmálinum og eru fonetiskir, tað vil siga, at hvør bókstavur gevur sítt egna ljóð, men merkir einki einsamalt. Tað eru tvey sløg av Kana; Hiragana og Katakana. Katakana bókstavir vera nýttir til at eftirlíkna ljóðini í lániorðum. Lániorð eru orð, sum eru lánt frá øðrum tungumálum, sum til dømis, "resutoran", ið er matstova á enskum. Hiragana verur nýtt, tá øll japansk orð skulu skrivast, tó uttan lániorð.
Ytri tenglar: