Grease
Grease er ein amerikanskur spælifilmur frá 1978. Millum leikararnir í Grease eru m.a. John Travolta, Jeff Conaway, Olivia Newton-John og Stockard Channing.[1] Leikstjórnað hevur Randal Kleiser. Filmurin varð tikin upp í økjum kring Los Angeles í Kalifornia.[2] Leikritið er skrivað av Jim Jacobs og Warren Casey. Sangleikurin Grease, sum teir báðir Jim Jacobs og Warren Casey skrivaðu, var frumframførdur í Chicago, Illinois í 1971. Leikurin bleiv heimskendur í sambandið við filmin av sama navni í 1978, við leikarunum John Travolta og Olivia Newton-John. Navnið Grease vísir til serstaka arbeiðara-ungdómsmentan í USA í 1950-árunum – fólkini nevndu seg greasers. Leikurin lýsir 10 tannáringar í hesi mentan, teirra lív og baks við torskildan kærleika. Tónleikurin og sangirnir royna at endurskapa ljóðið av 1950-unum í USA, sum eisini óivað hevur ljómað í Føroyum.[3]
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Avstralska gentan Sandy Olsson gongur saman við Danny Zuko. Eftir eina langa summarferiu við romantikki byrja tey bæði á sama skúla. Her fær Sandy at vita, at Danny er leiðari í einum dreingjabanda, og knappliga er hann ikki longur tann fitti drongurin, sum hon kendi á strondini, men ein ráur kúllur, sum ikki bara hevur eina gentu í senn.