Føroya Landsstýri
Føroya Landsstýri - ella í dagligari talu bara Landsstýrið, kallast føroyska stjórnin. Landsstýrið er hægsti umsitingarligi myndugleiki í Føroyum. Sambært lóg um stýrisskipan Føroya, sum kom í gildi á ólavsøku 1995, er lóggávuvaldið í yvirtiknum málum hjá løgtingi og løgmanni í felag. Landsstýrismenn og -kvinnur hava ymisk málsøki undir sær og eru ovasti myndugleiki í aðalráðunum. Eitt sindur ymiskt er frá einum landsstýri til annað, júst hvussu málsøkini verða býtt og talið á aðalráðum kann eisini broytast. Onkuntíð verða ráð løgd saman og onkuntíð verður eitt aðalráð býtt sundur í tvey, sum tað t.d. hendi í 2008, tá Almanna- og Heilsumálaráðið fóru sundur í Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið. Ovasti landsstýrismaðurin, sum er leiðari fyri landsstýrið, kallast Løgmaður, hann hevur skrivstovu á Løgmansskrivstovuni úti á Tinganesi.
Aðalráð 2008-2011
[rætta | rætta wikitekst]Í 2008 til 2011 vóru níggju aðalráð, tey vóru hesi:
- Løgmansskrivstovan
- Fíggjarmálaráðið
- Vinnumálaráðið
- Mentamálaráðið
- Innlendismálaráðið
- Heilsumálaráðið
- Almannamálaráðið
- Fiskimálaráðið
- Uttanríkisráðið
Løgmans- og landsstýrissessir 2008-2011
[rætta | rætta wikitekst]- Løgmaður
- Landsstýrismaður í fíggjarmálum (fíggjarmálaráðharri)
- Landsstýrismaður í vinnumálum (vinnumálaráðharri)
- Landsstýrismaður í mentamálum (mentamálaráðharri)
- Landsstýrismaður í innlendismálum (innlendismálaráðharri)
- Landsstýrismaður í heilsumálum (heilsumálaráðharri)
- Landsstýrismaður í almannamálum (almannamálaráðharri)
- Landsstýrismaður í fiskivinnumálum (fiskimálaráðharri)
- Landsstýrismaður í uttanríkismálum (uttanríkisráðharri)
Tá kvinnur eru landstýrisfólk verða tær oftast umrøddar í kvennkyn sum Landstýriskvinna í t.d. almannamálum.