Debrecen
Debrecen (IPA: /'dɛbrɛtsɛn/) er næstørsti býur í Ungarn og hevur umleið 207.270 íbúgvar (2010). Debrecen er høvuðsbýur í landslutinum Hajdú-Bihar og liggur umleið 35 kilometrar frá markinum til Rumenia og umleið 220 kilometrar eystanfyri høvuðsstaðin Budapest. Býurin er ein stórur universitetsbýur við lesandi úr øllum heiminum.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Býurin varð fyrstu ferð nevndur í 1235 sum "Debrezun".
Jødiskt samfelag
[rætta | rætta wikitekst]Jødar fingu fyri fyrstu ferð loyvi til at búseta seg í Debrecen í 1814. Við fólkateljing vóru 118 jødiskir menn taldir eftir fýra árum. Tjúgu ár seinni fingu jødar loyvi til at keypa jørð og bústaðarhús. Í 1919 var 10% av íbúgvunum í býnum jødar, tá vóru yvir 10.000 skrásett í jødiska samfelagnum í býnum, og tey áttu nærum helmingin av størri ognum í og kring býin.[1]
Tær ungarsku antisemitisku lógirnar frá 1938 førdu til at nógvar fyritøkur noyddust at lata aftur, og í 1939 vóru nógvir jødar senir til arbeiðsleir í Ukraina, har ið mong teirra doyðu í minuøkjum.[1]