Jump to content

Ítróttur í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gundadalur, Ovari Vøllur.
Kappróður á Jóansøku á Tvøroyri í 2009.
Fótbóltsvallir og ítróttarhøllir liggja ofta í sama øki, sum her á Eiðinum í Vági.

Ítrótturin í Føroyum er í dag væl skipaður, kanska best skipaða frítíðarvirksemi í landinum. Vit hoyra í sagnum og søgum um roysnisbrøgd, føroyingar hava framt. Hugsið bert um siðin at lyfta høv, ella um Sigmund Brestisson, ið svam úr Skúvoy til Sandvíkar. Men vit vita einki um skipaðan ítrótt í Føroyum fyrr enn í seinni tíðum. Í 1899 var stevna í Miðvági, nevnd kappleiksstevnan. Har var kappast í lopi, renning, kappkasting við steini og kappróðri. Hetta var fyrsta stevna av slíkum slagi í landinum. Men longu í 1887 var fyrsti kappróðurin hildin á ólavsøku í Havn.

Elsta fótbóltsfelagið í Føroyum er TB (Tvøroyrar Bóltfelag), sum varð stovnað í 1892. Næstelsta lið er (Klaksvíkar Ítróttarfelag), ið er frá 1904, seinni sama ár varð HB (Havnar Bóltfelag) stovnað. Fótbóltur varð tó leiktur aðrastaðni í landinum, uttan at feløg vóru. Teir sparkaðu bólt t.d. bæði í Miðvági og á Sandi um aldaskiftið. Samferðsluviðurskiftini vóru ring. Tá í tíðini var einki annað at ferðast oyggjanna millum við utan bátar við veikum maskinum. Tað kundi so dánt ganga hjá feløgum norðanfjørðs, tá ið tey hittust í Tórshavn. Hjá suðuroyarfeløgunum var mestsum ikki hugsingur um at luttaka í kappingum aðrastaðni.

Royndir vórðu gjørdar at skipa feløgini í eitt fótbóltssamband. Tað endaði í fyrstu atløgu við, at "Færøernes Boldspilunion" varð stovnað í 1913. Men longu í 1918 virkaði felagsskapurin ikki longur. Fram til 1939 gjørdu tey ymsu feløgini sínaámillum avtalur um kappingar og dystir. Á sumri 1924 skrivaði HB til TB um árligu dystirnar. HB skrivaði, at teir vildu fegnir hava dystirnar spældar, meðan næturnar enn vóru ljósar, og buðu sær til at koma suður á Tvøroyri at spæla, so skjótt Smyril tók sína rutusigling uppaftur. TB svaraði, at teir tóku undir við at spæla 2 dystir hetta summarið, og eftir teirra tykki skuldi tann fyrri verða spældur í Tórshavn 6. juli 1924. Millum 750 og 800 fólk sóu dystin, sum varð spældur í allarfagrasta veðri, og hetta var framímóti størsta áskoðarafjøld, sum verið hevði í Gundadali.

Kappróðurin, ið varð dottin niðurfyri, varð uppafturtikin á ólavsøku 1918. Hondbólturin byrjar í 1931 við Neistanum, og farið varð at leika tennis í Gundadali í 1937. Ítróttasamband Føroya (ÍSF) varð stovnað á vári í 1939. Poul E. Petersen, lærari í Mykinesi, var stigtakari til fundin og varð valdur til fyrsta formann. Endamálið var, umframt at skipa ítróttin í Føroyum betur, at so mong ítróttafeløg sum gjørligt gjørdust limir í ÍSF. Hesi endamál eru væl og virðiliga rokkin, og næstan øll ítróttatiltøk í Føroyum eru nú onkursvegna skipað undir ÍSF/Ítróttasambandinum. Síðan ÍSF varð stovnað, hava landskappingar í flest øllum ítróttagreinum verið hildnar regluliga. Allar flestu ítróttargreinir hava í dag limaskap í ÍSF, og við árunum eru sersambond skipað fyri tær einstøku ítróttagreinirnar. Felagsskapurin er skipaður soleiðis, at sersambondini hava lim í stjórnini. Tað sersambandið, ið hevur gjørt mest vart við seg uttanlands, er ÍSB (Ítróttarsambandið fyri brekað). Føroyskir svimjarar í ÍSB hava vunnið hópin av heiðursmerkjum í stórum altjóða kappingum. M.a. hava teir verið við í Olympiskum kappingum og eisini HM kappingum.

Í 1985 vóru fyrstu oyggjaleikirnir. Teir fóru fram á oynni Mann í Írlandshavinum. 4 ár seinni vórðu leikirnir hildnir í Føroyum. Hetta er helst størsta tiltak av sínum slag, føroyingar hava skipað fyri. Í 1988 fekk FSF (Fótbóltssamband Føroya) altjóða viðurkenning og limaskap í FIFA, altjóða fótbóltsfelagsskapinum, og eisini í UEFA, evropeiska fótbóltsfelagsskapinum. Hetta gjørdi, at føroyingar fingu høvi at royna seg í altjóða fótbólti. Størsta hendingin var í 1990, tá ið Føroyar í EM undandysti móti Eysturríki skakaðu allan ítróttaheimin og vunnu 1-0 á Eysturríki.

Flestu stóru bygdirnar hava nú graslíkisvallir. Aðrar ítróttagreinir hava góðar umstøður í filmleika- og ítróttahallum um alt landið. Samfelagsmenningin hevur gjørt, at oyggjarnar eru ein tættari eind, eisini ítróttaliga. Lið innan nógvar ítróttagreinir leika hvørt ár ímóti øðrum hvørja viku í summar- og vetrarhálvuni. Og næstan ongantíð nýtist at verða burtur longur enn ein dag.