Peloponnes
Peloponnes (Grikskt mál: Πελοπόννησος / Peloponnisos) er ein hálvoyggj í Grikkalandi, sum er syðri helmingur av fastlandinum. Hálvoyggin er 21.549 km² til støddar, har búgva umleið 1.000.000 fólk. Peloponnes er bundin saman við norðara part av meginlandinum í Grikkalandi við einum 6,3 km breiðum tanga. Í 1893 bleiv ein kanal gjørd gjøgnum henda Korinttangan, veitin verður nevnd Kortinth Veitin (Korinth Kanalin). Hálvoyggin eitur eftir einari hetju, Pelops, sum er nevndu í einari søgn. Rómverjar nevndu hálvoynna Akhaia, tað navnið livir víðari við tað at tann norðast landsluturin eitur Akhaia. Í Miðøld varð hálvoyggin nevnd Morea, hildið verður at navnið sipar til at hálvoyggin á kortinum líkist einum morberjablaði.
Regionalar eindir
[rætta | rætta wikitekst]- Arkadia - 100.611 íbúgvar
- Argolis - 108.636 íbúgvar
- Korinthia - 144.527 íbúgvar (tó ikki Agioi Theodoroi og tað mesta av Loutraki-Perachora, sum fyri størstan part liggja eystganfyri Korinth Veitina)
- Laconia - 100.871 íbúgvar
- Messenia - 180.264 íbúgvar
- Akhaia - 331.316 íbúgvar
- Elis - 198.763 íbúgvar
- Oyggjar (bert kommunan Troizinia og partar av oynni Poros)
Býir
[rætta | rætta wikitekst]Teir størstu nútíðar býir á Pelponnes eru hesir (tal av fólkum er frá 2011):
- Patras - 214.580 íbúgvar
- Kalamata - 70.130 íbúgvar
- Korinth - 58.280 íbúgvar
- Tripoli - 46.910 íbúgvar
- Argos - 42.090 íbúgvar
- Pyrgos - 48.370 íbúgvar
- Aigion - 49.740 íbúgvar
- Sparta - 35.600 íbúgvar
- Nafplion - 33.260 íbúgvar
Støð frá fornøld
[rætta | rætta wikitekst]Peloponnes hevur nógv týdningarmikil fornaldar støð, sum kunnu dagfestast heilt aftur til Bronsuøldina og fram til Miðøld. Nøkur av teimum týdningarmestu eru:
- Bassae (fornur býur og templið hjá Epikourios Apollo)
- Korinth (fornur býur)
- Epidavrus (fornur miðdepil fyri trúgv og lekidóm)
- Messene (fornur býur)
- Mistra (Byzantinskur býur við býarmúri frá miðøld tætt við Sparta)
- Monemvasia (miðaldar borg og býur)
- Mykene (fortress-town of the eponymous civilization)
- Olympia (staðið har teir fornu Olympisku Leikirnir byrjaðu.)
- Sparta
- Pylos (slottið hjá Nestor)
- Tegea (fornaldar halgidómur, miðdepil)
- Tiryns (forn búðseting)