Jump to content

Montgomery

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Montgomery, Alabama
Flagg Kort
Grunddáta
Land: USA
Lutstatur: Alabama
Vídd: 404,5 km²
Íbúgvar (2019): 198.525
fyri km²: 511/km²
Heimasíða: montgomeryal.gov

Montgomery er høvuðsstaður í amerikanska stakríkinum Alabama. Býurin liggur umleið 235 kilometrar í ein útsynning av Atlanta.

Montgomery varð grundlagdur í 1819. Í dag er býurin næststørsti býur í Alabama, næst eftir Birmingham. Montgomery hevði í 2018 meiri enn 198.000 íbúgvar og við forstøðum telur hann enntá umleið 374.000 fólk.[1]

Alabama-áin rennur tætt framvið býnum.

Tann 1. desember 1955 varð Rosa Parks handtikin í Montgomery, tí hon hevði noktað at geva sítt sitipláss í bussinum til hvít ferðafólk. Hendingin førdi til boykott hjá afroamerikanarum móti bussunum í býnum. Hetta er samstundis ein týðandi hending í søguni hjá borgararættindarørsluni í USA.

Kend fólk

[rætta | rætta wikitekst]
  • Rosa Parks, amerikonsk stríðskvinna fyri borgararættindum (1913-2005)
  • Nat King Cole, amerikanskur jazzsangari og klaverleikari (1919-1965)
  • Hank Williams, amerikanskur countrysangari (1923-1953)
  • Martin Luther King, amerikanskur stríðsmaður fyri borgararættindum (1929-1968)

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 32°21′42″N 86°16′45″W / 32.36167°N 86.27917°W / 32.36167; -86.27917

Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana