Til øll bindiáhugaði

Kom og hátíðarhalt 10 ár føðingardagin hjá BINDIFESTIVALINUM í Fuglafirði í 2025.

Tað verður ein sannur bindirómur í døgunum 24.-26. apríl, tá Bindifestivalurin verður 10 ár.

Ja, tað verður sum í ævintýrunum, tá veitslurnar vardu í tríggjar dagar.

Eins og undanfarnu árini fara vit at hava eina ørgrynnu at bjóða tær saman við tí stóra felagsskapinum, sum altíð er til staðar, tá hugaði fólk koma saman, og ikki at gloyma sjálvur føðingardagurin, sum verður hildin fríggjakvøldið 25. apríl.

Tú gert tær sjálvum eina góða tænastu, um tú longu nú setir X í kalendaran hesar dagarnar.

Kom og verð til staðar, kom og lær teg uppaftur fleiri kynstur og lat teg fylla við íblástri og hugskotum.

Vit gleða okkum at møta bæði kendum og nýggjum andlitum.

Vinarliga
Fyrireikararnir

Melda teg til tíðindabrævið frá Bindifestivalinum

So senda vit tær teldupostar við jøvnum millumbili sum innihalda tíðindi, broytingar og annað viðkomandi. 

Melda til tíðindabræv

Email: