Triði heimurin
Appearance
Triði heimurin: Politiskt heiti á menningarlondum í Afrika, Latínamerika og Landsynningsásia. Tey eru eyðkend av m.ø.: 1) BTÚ er minni enn 500 USA-dollarar t.hv. fólkið um árið, 2) minni enn 20 % av landsins BTÚ kemur av ídnaði og 3) færri enn 50 % av øllum fólkinum, eldri enn 15 ár, duga at skriva og lesa. Í 2013 vóru uml. 80 lond í triðja heiminum, flestu teirra í Afrika, men eisini nøkur í Latínamerika og Landsynningsásia.