Jump to content

Lars von Trier

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Lars von Trier 2011

Lars von Trier, f. 30. apríl 1956 í Kongens Lyngby, er ein danskur filmsleikstjóri og leikrithøvundur.[1] Hann gekk á Den Danske Filmsskole 1979-83. Hann er kendur fyri at vera eksperimenterandi, tá hann ger filmar, og saman við Thomas Vinterberg, Kristian Levring og Søren Kragh-Jacobsen hevur hann skapt dogmurørsluna (Dogme95). Fleiri av filmum hansara hava vunnið danskar, norðurlendkar og altjóða heiðurslønir. Í 2009 vann hann Filmvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri filmin Antichrist. Teir flestu av filmum hansara hava verið tilnevndir ein ella fleiri virðislønir á Cannes Filmsfestivalinum. Filmurin Breaking the Waves vann 1. virðisløn dómarans í Cannes, og í 2000 vann filmurin Dancer in the Dark tann Gylta Pálman í Cannes. Trier gjørdi um seg í Cannes hin 19. mai 2011, tá hann segði segði seg hava eitt ávíst forstáilsi fyri Adolf Hitler, og í skemti segði hann seg vera nazist. Leiðslan á Filmsfestivalinum í Cannes avgjørdi at nevna Trier sum Persona non grata. Tað var fyrstu ferð at tað er hent á filmsfestivalinum. Lars von Trier hevur av og á tunglyndi og so hevur hann eisini trupulleikar við fobium, eitt nú torir hann ikki at flúgva, og tað hevur onkuntíð gjørt, at hann ikki er møttur á filmsfestivalum, har filmar hansara hava verið tilnevndir. Lars von Trier er tann mest vinnandi danski filmsleikstjórin tá talan er um Bodil virðislønina fyri besta danska filmin, hann hevur vunnið hesa virðislønina 7 ferðir (1985, 1992, 1995, 1997, 2004, 2010 og 2012).

  • Befrielsesbilleder (1982)
  • Forbrydelsens element (1984)
  • Epidemic (1987)
  • Medea (1988)
  • Europa (1991)
  • Riget (1994) sjónvarpsrøð
  • Breaking the Waves (1996)
  • Riget II (1997)
  • Idioterne (1998)
  • D-dag (2000)
  • Dancer in the Dark (2000)
  • Dogville (2003)
  • De fem benspænd (2003)
  • Manderlay (2005)
  • Direktøren for det hele (2006)
  • Antichrist (2009)
  • Melancholia (2011)
  1. Lars von Trier Archived 2012-09-18 at the Wayback Machine (danskt). Nationalfilmografien. Det Danske Filminstitut.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið