Hannover
Hannover (enskt: Hanover) er ein býur í norðara parti í Týsklandi. Býurin er høvuðsstaður í stakríkinum Niedersachsen og liggur uml. 150 km sunnan fyri Hamburg.
Við ársbyrjan 2018 búðu um 535.061 fólk í býnum.[1] Harvið er Hannover størsti býur í stakríkinum og 13. størsti í Týsklandi.
Hannover er universitetsbýur. Lærdi háskúlin varð settur á stovn í 1831. Síðan 2006 er Universität Hannover uppkallað eftir heimsgitna vísindamanninum og fjølfrøðinginum Gottfried Wilhelm Leibniz, sum livdi frá 1676 til 1716 í býnum.
Áin Leine rennur ígjøgnum býin.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Fyrstu ferð Hannover verður nevndur í skrivligum keldum, er í miðøld. Býurin verður nevndur sum Vicus Hanovere í einum skjali frá árinum 1150. Búsetingin fekk býarrættindi í 1241. Í 1692 gjørdist Hannover 9. kurfúrstadømið í Heilaga rómverska ríkinum. Frá 1814 til 1866 var Hannover høvuðsstaður í kongsríkinum Hannover. Í 1866, undir krignum millum Eysturríki og Proysen, hevði kongsríkið Hannover verið í parti við eysturríkarunum. Teir taptu móti Proyseni, og tí varð kongadømið Hannover tikið av eftir krígslok. Tað gjørdist ein landslutur í Proyseni, men býurin Hannover var framhaldandi høvuðsstaður í tí nýggja landslutinum. Undir Seinna heimsbardaga vórðu stórir partar av býnum oyðilagdir.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Høvuðskirkjan Marktkirche St. Georgii & Jacobi.
-
Húsini hjá Leibniz.
-
Gamla ráðhúsið
-
Nýggja ráðhúsið
-
Tinghúsið hjá stakríkinum ber navnið Leineschloss.
-
Operahúsið
-
Kuppelsaal: størsta konserthúsið í Hannover.
-
Sjónleikarhúsið
-
Høvuðsbygningurin hjá universitetinum
-
Herrenhausen-havarnir úr erva.
-
Økið fyri uttandura framførslur í Herrenhausen-havunum.
-
Høvuðstokstøðin
-
Flogvøllurin Hannover-Langenhagen
Hygg eisini at
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíða, hannover.de
- Hannover, de.wikivoyage.org (á týskum)
- Hannover, en.wikivoyage.org (á enskum)
Coordinates: 52°22′00″N 09°43′00″E / 52.36667°N 9.71667°E
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ 241001 LSN - Hannover,Landeshauptstadt, nls.niedersachsen.de