Munurin millum rættingarnar hjá "Stokkhólmur"
s r2.7.3) (bottur leggur aftrat: uz:Stokgolm |
s r2.7.2+) (bottur broytur: nds-nl:Stokholm |
||
Linja 152: | Linja 152: | ||
[[nah:Estocolmo]] |
[[nah:Estocolmo]] |
||
[[nds:Stockholm]] |
[[nds:Stockholm]] |
||
[[nds-nl: |
[[nds-nl:Stokholm]] |
||
[[nl:Stockholm]] |
[[nl:Stockholm]] |
||
[[nn:Stockholm]] |
[[nn:Stockholm]] |
Endurskoðan frá 23. aug 2012 kl. 15:59
Land: | Svøríki |
Stødd: | 209 km2 |
Fólkatal (2011): | 851,155 |
Tíðarzona: | UTC +1 |
Heimasíða: | www.stockholm.se |
Stokkhólmur (svenskt Stockholm) er høvuðsstaður í Svøríki, og hevur umleið 851,155 íbúgvar. Stokkhólmur er í Stokkhólms kommunu í Stockholms län. Hann er á eysturstrond Svøríkis.
Søga
Landafrøði
Høvuðsstaðurin í Svøríki, Stokkhólmur, er bygdur á oyggjum og bólmum. Í skergarðinum við Stokkhólm eru sker, hólmar og oyggjar í túsundatali. Fáastaðni í heiminum sæst tú tað, ið er honum líkt. Har eru angandi bøur, reyð timburhús og bláur sjógvur, og um summarið kemur hópur av ferðafólki í hetta "frítíðarparadísið". Fyri túsund árum síðan var vatnið Mälaren ein partur av Eystarasalti. Men landið hækkaði og legði eina gátt ímillum havið og vatnið. Á hesari gáttini varð Stokkhólmur bygdur í 13. øld.
Búskapur
Nógv handilsvirksemi er í býnum, har nógvar stórar fyritøkur halda til. Ídnaðarvirkini eru eisini nógv, og í havnini liggja skip úr øllum ættum.
Mentan
Inni í býnum eru nógvar stórar borgir, prýðiligast eru kongsborgin, ráðhúsið, Tersinska Palatset og Arvfurstens Palats. Har eru eisini stór fornminnissøvn, og har síggjast minnir frá teirri tíðini, Svøríki var eitt høvuðslandið í Norðurevropa. Ymsastaðni í býnum eru stórir vakstrargarðar, og av teimum er Djurgården gitnastur. Í gamla býarpartinum (Gamla Stan) eru enn nógv gomul hús og smalar gøtur. Kongsborgin er eisini í Gamla Stan. Borgin, nú er, varð bygd í 18. øld. Býráðshúsið við teimum trimum krúnunum varð bygt í 1920-árunum. Tað er gitnasta verkið hjá arkitektinum Ragnari Østberg.
Merkisverdasti nýggi bygningur í Stokkhólmi er Globen. Í tí trillrunda, 85 m. høga bygninginum er rúm fyri 16 000 fólkum. Húsið verður brúkt til til dømis konsertir, íshockeydystir, o.s.fr. Skjótast er at koma til og frá Globen við undirgrundarbreytini. Hin kosturin er at standa fastur í einum av teimum nógvu bilhalunum, tí ferðsluruðuleikin í Stokkhólmi er stórur.
Myndasavn
-
Á myndini er Stokkhólmur.
-
Landspartarnir.
-
Mitt á myndini sæst gamli býurin (svenskt: Gamla Stan).