Jump to content

Munurin millum rættingarnar hjá "Liberalisma"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Xqbot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: hif:Udarwaad; kosmetiske ændringer
No edit summary
 
(24 intermediate revisions by 16 users not shown)
Linja 1: Linja 1:
[[Mynd:TheGatesAreMine.jpg|thumb|right|180px|"Vote liberal: The gates are mine to open".]]
[[Mynd:TheGatesAreMine.jpg|thumb|right|180px|"Vote liberal: The gates are mine to open".]]
'''Liberalisma''' er [[politisk hugsjón]], har tað er týdningarmest at leggja dent á frælsi og møguleikarnar hjá tí einstaka. Og at hava ein veikan stat og lágan skatt. Hon gongur út uppá javnbjóðis rættindi. Øll skulu hava somu rættindir og somu møguleikar. Øll fólk og øll vinna skulu hava fullan rætt til at virka innanfyri galdandi lógarkarmar. Týdningarmikið við liberalismu er eisini, at tey, sum arbeiða, skulu fáa pengar, meðan tey, sum ikki arbeiða, meir ella minni ongar pengar skulu fáa. Liberalisman er sjónligast í [[Norðuramerika]]. Greiðastu mótsetningar til liberalismu eru [[sosialisma]] og [[kommunisma]].
'''Liberalisma''' ella '''frælsistevna''' er ein [[politisk hugsjón]], har týdningarmest er at leggja dent á frælsi og møguleikar hins einstaka, veikan stat og lágan skatt. Liberalisma verður mett at vera ráðandi politiska hugsjón í [[Vesturheimurin|Vesturheiminum]]. Harafturat eru javnrættindi týdningarmikil liður í liberalismu, t.e. øll skulu hava somu rættindi og somu møguleikar. Allir borgarar og øll vinna skulu hava fullan rætt til at virka innanfyri somu galdandi lógarkarmar. Týdningarmikið við liberalismu er eisini, at tey, sum arbeiða, skulu fáa pengar, meðan tey, sum ikki arbeiða, meira ella minni ongar pengar skulu fáa. Í fronsku kollveltingini vóru loysanarorðini ’’frælsi, javnaður og brøðralag’’. Liberalisman setur frælsi í hásæti. Í 1789 kom [[mannarættindayvirlýsing]]in, sum í 17 greinum vísir á grundleggjandi menniskjarættindi. Í 19. øld vóru mong hugtikin av liberalismu. Øll skuldu hava sama rætt at siga sína hugsan bæði í skrift og talu. Liberalistisku sjónarmiðini ávirkaðu eisini fíggjarstøðu landanna. Greiðastu mótsetningar til liberalismu eru [[sosialisma]], [[kommunisma]] og [[marxisma]]. Meðan statirnir eru tann grundleggjandi eindin í [[Merkantilisma|merkantilismu]] og kommunismu, er einstaklingurin grundleggjandi eindin í liberalismu.<ref>Heywood, A. 2000. ''Key Concepts in Politics''. New York City, New York: Palgrave Macmillan. ISBN 9780312233815. Page 60.</ref>


Hugsanir í liberalismu kunnu í stóran mun knýtast til hugsanir [[John Locke|Johns Lockes]] (1632- 1704) og [[Adam Smith|Adams Smiths]] (1723-1790). Smith vildi vera við, at tann einstaki er sjálvsøkin, men at tað er ein fyrimunir fyri samfelagið sum heild.<ref>McLean, I. & McMillan, A. (eds.). 2003. ''Positivism Oxford Concise Dictionary of Politics''. Oxford: Oxford University Press. Page 491.</ref> Adam Smith helt, at um øll í einum landi gera tað, sum loysir seg best fyri tey sjálvi, so er hetta eisini gott fyri heildina.<ref>Crane, G.T. & Amawi, A. (eds.). 1997. ''The Theoretical Evolution of International Political''. Oxford: Oxford University Press. ISBN 9780195094435. Page 56.</ref> Smith skrivaði í 1776 bókina ''The Wealth of Nations''. Hetta verk var ætlað sum ein atfinning at verandi merkantilistisku skipan. Um hetta mund vóru nógvar avmarkingar fyri búskaparligum virksemi galdandi. Merkantilistiska skipanin hevði lagt upp til, at stjórnir skuldu leggja seg út í búskaparligar stýringar av vinnulívi við tí endamáli at veksa um útflutning og avmarka innflutning. Á henda hátt fóru lond at standa seg betur í kappingini mótvegis øðrum londum, og hetta hevði týdning fyri ríkidømi í einstaka landinum. Smith hevði eina aðra fatan. Hann grundgav fyri [[Marknaðarbúskapur|fríhandli]] og bert avmarkaðari uppílegging frá politiskari síðu. <ref>Heywood, A. 2005. ''Politicial Ideologies, An Introduction, 4th edition''. New York City, NY: Palgrave. ISBN 9780230367258. Page 51.</ref>
[[Bólkur:Politisk hugsjón]]


Tað, at marknaðurin skal vera fríur, merkir ikki, at øll kunnu gera, sum tey vilja. Ein fortreyt fyri liberalismu er, at statirnir tryggja frælsi hins einstaka. Frælsi skal ikki nýtast til at snýta onnur, og er tað soleiðis, at vit á einum øki í samfelagnum fáa eina monopolfyritøku, so skal hon annaðhvørt upploysast í fleiri smærri fyritøkur. Tær strongu kappingarlógirnar, sum eru galdandi í [[Vesturheimurin|Vesturheiminum]], eru júst gjørdar við tí fyri eyga at tryggja ein sterka kapping. Hetta er liberalistiskur vinnupolitikkur. Sjálvur hornasteinurin í einum liberalum búskapi er privatur ognarrættur. Tá ið tilfeingið er á privatum hondum, er størri vilji at gagnnýta tilfeingið effektivt.<ref>Balaam, D. N. & Veseth, M. 2008. ''Introduction to International Political Economy, 4th edition''. Upper Saddle River, NJ: Pearson Education. ISBN 9780205791385. Page 40.</ref> [[Adam Smith]] var av tí áskoðan, at fríur handil er av størsta týdningi, og at staturin ikki eigur at leggja seg út í marknaðin, tí at marknaðurin er sjálvregulerandi. Hann doypti hesa mekanismuna ''ósjónliga hondin'' (enskt: ''The invisible hand'').<ref>McLean, I. & McMillan, A. (eds.). 2003. ''Positivism Oxford Concise Dictionary of Politics''. Oxford: Oxford University Press. Page 491.</ref>
[[als:Liberalismus]]

[[an:Liberalismo]]
Aftaná [[Seinni heimsbardagi|Seinna heimsbardaga]] tók av álvara eitt liberalistiskt rák seg upp í heimsbúskapinum. Endamálið var m.a. at menna heimshandilin við tí grundgeving, at handil er drívmegin aftanfyri vøkstur og búskaparligari menning. <ref>Mingst, K.A. 2008. Essentials of International Relations – 4th edition. London: W.W. Norton & Company. ISBN 9780393921953. Page 258.</ref> Tað finnast nógv ymiskt sjónarmið innan liberalismu. Tað er tey, sum leggja dent á búskaparliga javnstøðu og leggja seg upp ímóti [[Sosialliberalisma|sosialliberalistiskum]] sjónarmiðum, meðan onnur halda, at frælsi hins einstaka er týdningarmeiri enn sosialt rættvísi.<ref>Gilpin, R. 1987. ''The Political Economy of International Relations''. Princeton, NJ: Princeton University Press. ISBN 978-0691022628. Page 27.</ref>
[[ar:ليبرالية]]

[[arz:ليبراليه]]
Klassisk liberalisma leggur dent á einstaklingin, ognarrættin, atomismu, laissez-faire [[kapitalisma|kapitalismu]] (búskaparlig liberalisma ella [[kapitalisma]]). Tann modernaða liberalisman hevur positivari áskoðan á stjórnina. Góðkenning av ávísari redistributión og laissez-faire kapitalisman vrakað. Í [[USA]] eru demokratar tað, sum amerikanarar kalla «liberalir» ([[Vinstrahallur politikkur|vinstrahallir]]). Á tí [[Høgrahallur politikkur|høgrahallu]] síðuni í [[Evropa]] finnast fleiri rætningar, eitt nú sosialliberalisma, liberalisma og klassisk liberalisma.
[[bat-smg:Liberalėzmos]]

[[be:Лібералізм]]
== Keldur ==
[[be-x-old:Лібэралізм]]
<references/>
[[bg:Либерализъм]]
{{Commonscat|Liberalism}}
[[br:Frankizouriezh]]

[[bs:Liberalizam]]
[[Bólkur:Politisk hugsjón]]
[[ca:Liberalisme]]
[[ckb:لیبرالیزم]]
[[cs:Liberalismus]]
[[cy:Rhyddfrydiaeth]]
[[da:Liberalisme]]
[[de:Liberalismus]]
[[el:Φιλελευθερισμός]]
[[en:Liberalism]]
[[eo:Liberalismo]]
[[es:Liberalismo]]
[[et:Liberalism]]
[[eu:Liberalismo]]
[[fa:لیبرالیسم]]
[[fi:Liberalismi]]
[[fiu-vro:Liberalism]]
[[fr:Libéralisme]]
[[fy:Liberalisme]]
[[ga:Liobrálachas]]
[[gd:Lachasachd]]
[[gl:Libertario]]
[[he:ליברליזם]]
[[hi:उदारतावाद]]
[[hif:Udarwaad]]
[[hr:Liberalizam]]
[[hu:Liberalizmus]]
[[id:Liberalisme]]
[[ig:Liberalism]]
[[is:Frjálslyndisstefna]]
[[it:Liberalismo]]
[[ja:自由主義]]
[[jv:Liberalisme]]
[[ka:ლიბერალიზმი]]
[[ko:자유주의]]
[[krc:Либерализм]]
[[ku:Lîberalîzm]]
[[la:Liberalismus]]
[[lmo:Liberalism]]
[[lt:Liberalizmas]]
[[lv:Liberālisms]]
[[mk:Либерализам]]
[[ms:Liberalisme]]
[[mwl:Liberalismo]]
[[nl:Liberalisme]]
[[nn:Liberalisme]]
[[no:Liberalisme]]
[[oc:Liberalisme]]
[[pl:Liberalizm]]
[[ps:لېبراليزم]]
[[pt:Liberalismo]]
[[ro:Liberalism]]
[[ru:Либерализм]]
[[sah:Либерализм]]
[[sc:Liberalismu]]
[[sh:Liberalizam]]
[[simple:Liberalism]]
[[sk:Liberalizmus]]
[[sl:Liberalizem]]
[[sr:Либерализам]]
[[sv:Liberalism]]
[[ta:தாராண்மையியம்]]
[[th:เสรีนิยม]]
[[tl:Liberalismo]]
[[tr:Liberalizm]]
[[ug:لىبېرالىزىم]]
[[uk:Лібералізм]]
[[ur:آزاد خیالی]]
[[uz:Liberalizm]]
[[vi:Chủ nghĩa tự do]]
[[war:Liberalismo]]
[[yi:ליבעראליזם]]
[[za:Swyouzcujyi]]
[[zh:自由主义]]
[[zh-yue:自由主義]]

Seinasta endurskoðan sum var 10. jan 2017 kl. 03:43

"Vote liberal: The gates are mine to open".

Liberalisma ella frælsistevna er ein politisk hugsjón, har týdningarmest er at leggja dent á frælsi og møguleikar hins einstaka, veikan stat og lágan skatt. Liberalisma verður mett at vera ráðandi politiska hugsjón í Vesturheiminum. Harafturat eru javnrættindi týdningarmikil liður í liberalismu, t.e. øll skulu hava somu rættindi og somu møguleikar. Allir borgarar og øll vinna skulu hava fullan rætt til at virka innanfyri somu galdandi lógarkarmar. Týdningarmikið við liberalismu er eisini, at tey, sum arbeiða, skulu fáa pengar, meðan tey, sum ikki arbeiða, meira ella minni ongar pengar skulu fáa. Í fronsku kollveltingini vóru loysanarorðini ’’frælsi, javnaður og brøðralag’’. Liberalisman setur frælsi í hásæti. Í 1789 kom mannarættindayvirlýsingin, sum í 17 greinum vísir á grundleggjandi menniskjarættindi. Í 19. øld vóru mong hugtikin av liberalismu. Øll skuldu hava sama rætt at siga sína hugsan bæði í skrift og talu. Liberalistisku sjónarmiðini ávirkaðu eisini fíggjarstøðu landanna. Greiðastu mótsetningar til liberalismu eru sosialisma, kommunisma og marxisma. Meðan statirnir eru tann grundleggjandi eindin í merkantilismu og kommunismu, er einstaklingurin grundleggjandi eindin í liberalismu.[1]

Hugsanir í liberalismu kunnu í stóran mun knýtast til hugsanir Johns Lockes (1632- 1704) og Adams Smiths (1723-1790). Smith vildi vera við, at tann einstaki er sjálvsøkin, men at tað er ein fyrimunir fyri samfelagið sum heild.[2] Adam Smith helt, at um øll í einum landi gera tað, sum loysir seg best fyri tey sjálvi, so er hetta eisini gott fyri heildina.[3] Smith skrivaði í 1776 bókina The Wealth of Nations. Hetta verk var ætlað sum ein atfinning at verandi merkantilistisku skipan. Um hetta mund vóru nógvar avmarkingar fyri búskaparligum virksemi galdandi. Merkantilistiska skipanin hevði lagt upp til, at stjórnir skuldu leggja seg út í búskaparligar stýringar av vinnulívi við tí endamáli at veksa um útflutning og avmarka innflutning. Á henda hátt fóru lond at standa seg betur í kappingini mótvegis øðrum londum, og hetta hevði týdning fyri ríkidømi í einstaka landinum. Smith hevði eina aðra fatan. Hann grundgav fyri fríhandli og bert avmarkaðari uppílegging frá politiskari síðu. [4]

Tað, at marknaðurin skal vera fríur, merkir ikki, at øll kunnu gera, sum tey vilja. Ein fortreyt fyri liberalismu er, at statirnir tryggja frælsi hins einstaka. Frælsi skal ikki nýtast til at snýta onnur, og er tað soleiðis, at vit á einum øki í samfelagnum fáa eina monopolfyritøku, so skal hon annaðhvørt upploysast í fleiri smærri fyritøkur. Tær strongu kappingarlógirnar, sum eru galdandi í Vesturheiminum, eru júst gjørdar við tí fyri eyga at tryggja ein sterka kapping. Hetta er liberalistiskur vinnupolitikkur. Sjálvur hornasteinurin í einum liberalum búskapi er privatur ognarrættur. Tá ið tilfeingið er á privatum hondum, er størri vilji at gagnnýta tilfeingið effektivt.[5] Adam Smith var av tí áskoðan, at fríur handil er av størsta týdningi, og at staturin ikki eigur at leggja seg út í marknaðin, tí at marknaðurin er sjálvregulerandi. Hann doypti hesa mekanismuna ósjónliga hondin (enskt: The invisible hand).[6]

Aftaná Seinna heimsbardaga tók av álvara eitt liberalistiskt rák seg upp í heimsbúskapinum. Endamálið var m.a. at menna heimshandilin við tí grundgeving, at handil er drívmegin aftanfyri vøkstur og búskaparligari menning. [7] Tað finnast nógv ymiskt sjónarmið innan liberalismu. Tað er tey, sum leggja dent á búskaparliga javnstøðu og leggja seg upp ímóti sosialliberalistiskum sjónarmiðum, meðan onnur halda, at frælsi hins einstaka er týdningarmeiri enn sosialt rættvísi.[8]

Klassisk liberalisma leggur dent á einstaklingin, ognarrættin, atomismu, laissez-faire kapitalismu (búskaparlig liberalisma ella kapitalisma). Tann modernaða liberalisman hevur positivari áskoðan á stjórnina. Góðkenning av ávísari redistributión og laissez-faire kapitalisman vrakað. Í USA eru demokratar tað, sum amerikanarar kalla «liberalir» (vinstrahallir). Á tí høgrahallu síðuni í Evropa finnast fleiri rætningar, eitt nú sosialliberalisma, liberalisma og klassisk liberalisma.

  1. Heywood, A. 2000. Key Concepts in Politics. New York City, New York: Palgrave Macmillan. ISBN 9780312233815. Page 60.
  2. McLean, I. & McMillan, A. (eds.). 2003. Positivism Oxford Concise Dictionary of Politics. Oxford: Oxford University Press. Page 491.
  3. Crane, G.T. & Amawi, A. (eds.). 1997. The Theoretical Evolution of International Political. Oxford: Oxford University Press. ISBN 9780195094435. Page 56.
  4. Heywood, A. 2005. Politicial Ideologies, An Introduction, 4th edition. New York City, NY: Palgrave. ISBN 9780230367258. Page 51.
  5. Balaam, D. N. & Veseth, M. 2008. Introduction to International Political Economy, 4th edition. Upper Saddle River, NJ: Pearson Education. ISBN 9780205791385. Page 40.
  6. McLean, I. & McMillan, A. (eds.). 2003. Positivism Oxford Concise Dictionary of Politics. Oxford: Oxford University Press. Page 491.
  7. Mingst, K.A. 2008. Essentials of International Relations – 4th edition. London: W.W. Norton & Company. ISBN 9780393921953. Page 258.
  8. Gilpin, R. 1987. The Political Economy of International Relations. Princeton, NJ: Princeton University Press. ISBN 978-0691022628. Page 27.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið