Vetrarmorgun
Vetrarmorgun er ein føroyskur stuttfilmur frá 2013, sum skopuningurin Sakaris Stórá hevur leikstjórnað og skrivað handrit til. Filmurin varð boðin til størsta filmsfestivalin í Evropa, Berlinaluna (Berlin International Filmfestival), har hann varð sýndur 7 ferðir í februar 2014.[1] Sakaris og Ingun í Skrivarastovu, sum framleiddi filmin, og tær báðar genturnar, ið spældu høvuðsleiklutirnir: Armgarð G. Mortensen og Helena Heðinsdóttir vóru øll við á filmfestivalinum í Berlin. Filmurin varð tilnevndur trýggjar virðislønir, ein teirra var Teddy-virðislønin ið er ein virðisløn ið verður latin filmum ið varpa ljós á evni sum LGBT felagsskapurin arbeiðir fyri. Eitt evni í filmminum er nevniliga samkyndleiki. Sakaris segði í samrøðu við Philipp Schmidt frá Teddyaward.tv, at hann nokk ikki hevði torað at gjørt ein film um hetta evnið fyri eini 5-10 árum síðan, men nú tordi hann, tí tað er blivið meira góðkent at tosa um hetta evnið í Føroyum nú.[2] Filmurin varð frumsýndur á bókasavninum á Sandi hin 12. september 2013. Hann varð eisin sýndur á Tjóðpallinum í Havn 21. september 2013.[3] Kinna Poulsen ummælti filmin og helt at hann var flottur, men at søgan var nakað tunn, og at tað bleiv næstan gjørt ov nógv burturúr til sýningina í Havn, men útlendingum dáma væl filmin og hann er væl móttikin í Berlin.[4]
Hin 14. februar 2014 vann stuttfilmurin Vetrarmorgun eina filmsvirðisløn á Berlinaluni 2014, hann vann í bólkinum sum á enskum verður nevndur The Special Prize of the Generation 14plus International Jury.[5]
Um filmin
rættaLongd
rættaFilmurin er 19 minuttir langur.[6]
Tey leikandi
rætta- Armgarð G. Mortensen - Maria
- Helena Heðinsdóttir - Birita
- Erla Drós Simonsen - Andrea
- Jensina Olsen - mamman (rødd)
- Sissal Tókadóttir Dahl - Elin
- Rasmus Samuelsen - Dánjal
Evni og søgugongd
rættaFilmurin snýr seg um tvær ungar tannáringa gentur í Føroyum, Mariu og Biritu, um kærleika og vinskap, um identitet og samkyndleika.
Tónleikur
rættaMikael Blak hevur gjørt tað mesta av tónleikinum í Vetrarmorgun, Hanus G. Johansen hevur gjørt eitt av løgunum.[7]
Staður
rættaMál
rættaFøroyskt
Framleiðsla
rættaHeiðurslønir, tilnevningar og sýningar á Filmfestivalum
rætta- 2014 - Vann virðislønina The Special Prize of the Generation 14plus International Jury á Berlinaluni 2014.[8]
- 2014 - Tilnevndur Crystal Bear á Berlinaluni[9]
- 2014 - Tilnevndur Teddy Award á Berlinaluni[10][11]
- 2014 - Tilnevndur altjóða virðislønina Generation 14plus competition á Berlinaluni[12]
- 2014 - Varð sýndur 7 ferðir á Berlin International Filmfestival
- 2013 - Vetrarmorgun varð tilnevndur Geytan, vann tó ikki.
Keldur
rætta- ↑ Berlinale.de, Generation 14plus Short Film, Vetrarmorgun, Winter Morning, Wintermorgen
- ↑ Samrøða við Sakaris Stórá á YouTube
- ↑ listinblog.blogspot.com,
- ↑ "In.fo, Ovfarin av móttøku í Berlin". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-27. https://web.archive.org/web/20150927145802/http://www.in.fo/news-detail/news/ovfarin-av-mottoeku-i-berlin/. Heintað 2014-02-13.
- ↑ Berlinale.de, AWARDS AND JURIES IN THE GENERATION SECTION
- ↑ Um Vetrarmorgun á imdb.com
- ↑ "Planet.fo, Føroyski filmurin “Vetrarmorgun” frumsýndur í kvøld". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-12-17. https://web.archive.org/web/20141217010922/http://planet.fo/foroyski+filmurin+ldquovetrarmorgunrdquo+frumsyndur+i+kvold.html#.UvzCSRDV_a4. Heintað 2014-02-13.
- ↑ Berlinale.de, AWARDS AND JURIES IN THE GENERATION SECTION
- ↑ Kvf.fo, Brunsj við Ingun í Skrivarastovu
- ↑ 28. Teddy Award Samrøða við Sakaris Stórá á YouTube
- ↑ "nordicstylemag.com, Interview with Sakaris Stórá: Faroese film selected for Berlin International Film Festival". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-10-13. https://web.archive.org/web/20141013161224/http://www.nordicstylemag.com/2014/02/interview-with-sakaris-stora-faroese-film-selected-for-berlin-international-film-festival/. Heintað 2014-02-15.
- ↑ "Fishandfilm.net". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-07-15. https://web.archive.org/web/20150715000841/http://fishandfilm.net/?p=38. Heintað 2014-02-13.