North Dakota
North Dakota, á føroyskum ofta nevndur Norðurdakota (enskt: State of North Dakota), er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 672 túsund íbúgvum. Høvuðsstaðurin eitur Bismarck og Fargo er størsti býurin. Í 1889 gjørdist North Dakota stakríki í USA. Í norðri hevur Norður Dakota mark við Kanada (landslutir: Saskatchewan og Manitoba), í eystri við Minnesota, í suðri við South Dakota, og í vestri við Montana. Eyknevni er Friðurtagarðstaturin (enskt: The Peace Garden State).
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Bismarck |
Størsti býur: | Fargo |
Innlimað: | 2. november 1889 |
Guvernørur: | Doug Burgum (R) |
Vídd: | 183,272 km² |
Íbúgvar (2019): | 762 062 |
fyri km²: | 3.6/km² |
Tíðarzona: | UTC -7/-6/-5 |
Heimasíða: | www.nd.gov |
Fólkið er ættað úr Týsklandi (46,9 %), Noregi (30,1 %), Írlandi (8,2 %) og Svøríki (4,8 %).
Búskapur
rættaLandbúnaður
rættaNorðurdakota er ein fløta, øll sum hon er. Veturin er kaldur og kavin ovurhonds nógvur, hann legst niður tíðliga um heystið og liggur so langt út á várið, men summarið er heitt. Áðrenn evropear komu til Dakota í 1738, lá fløtan sum hagi, men nú er tað mesta av henni undanvelt, og har sum indiánar fyrr eltu dýrini, standa nú maisakrar og hveitiakrar, so langt eygað røkkur. Til at pløga hesar stóru akrar hava teir sterkar traktorar, og kornið verður innheystað við skurðtreskjara.
Óføra stórir eru nógvir av gjørðunum, og hetta ger, at bóndunum nýtist ikki at tøða jørðina so nógv, sum teir gera í búnaðarlondum í t.d. Evropa. Teir velta bara ikki korn ella aðra grøði í sama stykki meir enn eitt ár og lata so liggjaóvelt aftur í tvey ella fleiri ár. Eplum og rótum velta teir eisini nógv av har norðuri.
Oljuvinna
rættaOljuvinnan er uttan iva ein framtíðarvinna í Norðurdakota. Hóast Norðurdakota hevur verið eitt olju- og gassland í skjótt hálvthundrað ár [2], so verða framhaldandi funnin nýggjar olju- og gassleiðir [3][4]. Týðandi nøgdir av olju og gassi eru enn í Norðurdakota, og møguleiki er fyri at framleiðast kann í yvir 20 ár afturat.
Alsamt fleiri og fleiri amerikanarar í Dakota velja sær arbeiði í olju. Vinnan skapar nógv arbeiðspláss; einki annað stakríki hevur so lágt arbeiðsloysi sum Norðurdakota. Arbeiðsloysið í januar 2014 var 2.6 % [5]. Fleiri búskaparlig lyklatøl peika rættan vegin; hetta bæði tí at arbeiðsmøguleikarnir í Norðurdakota eru veksandi og arbeiðsloysið minkandi, men eisini tí at talan er um sera væl lønt og væl skipað størv. Arbeiðsloysið er lágt og lækkar. Bruttotjóðarúrtøkan veksur. Fleiri løntakarar eru í privata vinnulívinum, og samlaðu lønargjaldingarnar vaksa. Í kjalarvørrinum á altjóða búskaparkreppuni, sum brast á í New York í 2008, hava Norðurdakota veruliga fingið fótafestið aftur. Hagtalsgrunnurin Bureau of Labor Statistics almannakunngjørdi í 2014, at í miðal er arbeiðsloysið í teimum 50 USA londum 6.7 % [6]; Rhode Island (9.1 %) og Nevada (8.8 %) hava hægsta arbeiðsloysi, meðan Norðurdakota (2.6 %), Suðurdakota (3.6 %) og Nebraska (3.6 %) hava tað lægsta.
Størstu býir
rættaTeir 10 størstu býirnir eftir íbúgvatali í North Dakota vóru í 2019 hesir:[7]
- Fargo - 124 662
- Bismarck - 73 529
- Grand Forks - 55 839
- Minot - 47 382
- West Fargo - 37 058
- Williston - 29 033
- Dickinson - 23 133
- Mandan - 22 752
- Jamestown - 15 084
- Wahpeton - 7 734
Myndir
rætta-
Vestarlaga í Norðurdakota
-
Tjóðargarður Theodore Roosevelt National Park
-
Missouriá nærindis Bismarck
-
Lutherska kirkjan í høvuðsstaðnum Bismarck
-
Tinghúsið (North Dakota State Capitol) í høvuðsstaðnum Bismarck
-
Býarbókasavn í Bismarck
-
Miðbýurin í Fargo
-
North Dakota State University í Fargo
-
Høvuðsgøtan í Fargo
-
Miðbýurin í Grand Forks
-
Høvuðslandavegur Interstate 94 í Norðurdakota
Ávísingar úteftir
rætta- Heimasíða hjá stjórnini: nd.gov
- North Dakota, wikivoyage (á enskum)
Coordinates: 47°30′0″N 100°30′0″W / 47.50000°N 100.50000°W
Keldur
rætta- ↑ http://www.netstate.com/economy/nd_economy.htm
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-10-13. https://web.archive.org/web/20071013151124/http://thingstodo.com/states/ND/history.htm. Heintað 2014-02-28.
- ↑ Nicas, Jack (6 April 2012). "Oil Fuels Population Boom in North Dakota City". Wall Street Journal. http://online.wsj.com/article/SB10001424052702304072004577328100938723454.html?mod=googlenews_wsj. Heintað 17 April 2012.
- ↑ Oldham, Jennifer (25 January 2012). "North Dakota Oil Boom Brings Blight With Growth as Costs Soar". Bloomberg. http://www.bloomberg.com/news/2012-01-25/north-dakota-oil-boom-brings-blight-with-growth-as-costs-soar.html. Heintað 17 April 2012.
- ↑ http://247wallst.com/economy/2013/12/23/north-dakota-unemployment-rate-drops-to-2-6/
- ↑ http://data.bls.gov/timeseries/LNS14000000
- ↑ City and Town Population Totals: 2010-2019 - North Dakota, citypopulation.de