Kári á Rógvi
Kári á Rógvi (4. mai 1973 í Tórshavn - 14. februar 2015) var ein føroyskur politikari og løgfrøðingur. Hann var útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet í 1998 og útbúgvin doktari (ph.d.) í løgfrøði, hann vardi ph.d. ritgerðina á Háskóla Íslands í 2009. Hin 1. mars 2014 varð hann settur í starv sum professari á Fróðskaparsetri Føroya, áðrenn tað hevði hann starvast á Fróðskaparsetrinum sum lektari á Søgu- og samfelagsdeildini frá 2008 til 28. februar 2014. Kári var giftur við Jóhonnu á Rógvi (fødd Kristiansen), tey fingu trý børn: Bragi, Brestir og Bryndis. Kári og familjan búðu á Argjum. Hann var sonur Eyðun á Rógvi og Sunnevu Dalsgaard og bróðir Elin á Rógvi og Hera á Rógvi. Kári andaðist bert 41 ára gamal eftir stutta sjúkralegu.[1]
Kári á Rógvi | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 4. mai 1973 í/á Tórshavn |
Andaðist | 14. feb 2015 |
Alma mater | Københavns Universitet, University of Aberdeen, Háskóli Íslands |
Starv | politikari, professari, løgfrøðingur |
Politiskur flokkur | Nýtt Sjálvstýri |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000408052286 |
VIAF | 229185068 |
LCAuth | nb2013020209 |
Kári á Rógvi | |
---|---|
Føddur | 4. mai 1973 |
Deyður | 14. februar 2015 |
Yrki | Professari á Fróðskaparsetri Føroya |
Útbúgving | Cand.jur., Master of Laws (LL.M.), doktari í lóg (PhD) |
Flokkur | Sjálvstýrisflokkurin |
Álitisstørv | |
2008–2011 | Løgtingsmaður |
2010–2011 | Floksformaður |
Politisk lívsleið
rættaKári var løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin frá 2008 til 2011. Hann var formaður Sjálvstýrisfloksins frá oktober 2010[2] til november 2011.[3]
Kári á Rógvi stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsval í januar 2008 og til fólkatingsval í 2007, hann stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin. Hann var fyrstvaldur hjá Sjálvstýrisflokkinum í 2008 við 572 atkvøðum. Flokkurin fekk tá tvey umboð vald inn á Føroya Løgting. Kári stillaði eisini upp til Løgtingsvalið 2011, men var ikki afturvaldur.
Álitissessir á Løgtingi
rætta- 2008-2011 Limur í Mentanarnevndini
- 2008-2011 Limur í Uttanlandsnevndini
- 2008-2011 Varalimur í Vinnunevndini
Serligar nevndir Løgtingsins
rætta- Limur í § 25 nevnd stjórnarskipan
- Limur í § 25 nevnd tingskipanin lm.nr. 41/2008
- Limur í § 25 nevnd tingskipanin lm.nr. 7/2008
Aðrir álitissessir
rætta- Formaður í næmingaráðnum í Hoydølum (1990)
- Forseti í felagnum Føroysk Jura Lesandi (seinni heiðurslimur)
- Hagaformaður Úti í Haga á Bjørgum (í hagastýrinum frá 1992)
- Formaður í Føroya Óðalsfelag í umleið 5 ár (til 2007)
- Næstformaður í Stjórnarskipanarnevndini
- Formaður í Orðabókagrunninum í 8 ár[4]
- Nevndarformaður í Fasta Gerðarrættinum frá stovnanini 1. apríl 2006 til sín deyða í 2015[5]
- Formaður í Javnstøðunevndini í 2 ár
- Skrivari í Grundlógarnevndini
- Nevndarlimur í Norrøna Felagnum
Útbúgving
rætta- Doktari í lóg (Ph.d.), varð liðugur við PhD ritgerð sína og vardi hana í 2009 við Háskóla Íslands í Íslandi, ritgerðin hevði heitið: ”West Nordic Constitutional Judicial Review”.
- Master of Laws (LL.M.) frá Aberdeen University í 1999.
- Cand.jur. frá Københavns Universitet í 1998.[1][deyð leinkja]
Nevndararbeiði
rættaKári á Rógvi hevur verið skrivari í Grundlógarnevndini og næstformaður í Stýrisskipanarnevndini. Eisini hevur hann verið við í lógarfyrireikandi arbeiðinum, sum førdi til gerðarrættin í 2006. Hann eigur sín part í at vit hava fingið eitt føroyskt lógarrit og eitt grundskeið í lóg á Fróðskaparsetrinum.
Útgivið
rættaBøkur
rætta- 2013 - West-Nordic Constitutional Judicial Review – A comparative Study of Scandinavian judisian review and judicial reasoning
- 2011 - Fyrisitingarlóg (meðhøvundur Bárður Larsen) 2011
- 2010 - Det færøske forfatningsudkast i forfatningsretlig belysning (meðhøvundur Bárður Larsen), Juristen 2010
- 2006 - Arbejdskonflikter på Færøerne, Arbejdsretligt tidsskrift 2006
- 2004 - The Land of Maybe, The Right to National Self-Determination Faroe Islands and Denmark 2004
- 2002 - Færøernes retspleje frem fra glemslen Lov & Ret 2002[6]
- 1998 - Faroese Business Law, skrivað saman við Jóhannes Egholm Hansen.
Keldur
rætta- ↑ "in.fo - Kári á Rógvi deyður". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-02-14. https://web.archive.org/web/20150214224518/http://www.in.fo/news-detail/news/kari-a-rogvi-deydur-1/?L=&cHash=d3109ae19e52e4c7b454eee53c72ec51. Heintað 2015-02-14.
- ↑ Portal.fo, Kári P. Højgaard tekur seg aftur sum formaður
- ↑ "Aktuelt.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-11-11. https://web.archive.org/web/20111111171004/http://aktuelt.fo/grein/nu_er_kari_aftur_formadur_i_sjlvstyrisflokkinum. Heintað 2011-11-11.
- ↑ "In.fo - Kári setti djúp spor eftir seg". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-02-28. https://web.archive.org/web/20150228174337/http://www.in.fo/news-detail/news/kari-setti-djup-spor-eftir-seg/. Heintað 2015-02-18.
- ↑ Aktuelt.fo - Minningarorð um Kára á Rógvi Archived 2015-02-22 at the Wayback Machine, skrivað hevur Maud Wang Hansen, Forkvinna í Føroya Pedagogfelag og Nevndarlimur í Fasta Gerðarrætti
- ↑ Setur.fo
- Dimma.fo[deyð leinkja]
- portal.fo
- Stjórnarskipanarnevndin Archived 2007-06-25 at the Wayback Machine
- Logting.fo Uttanlandsnevndin 2009 Archived 2015-10-20 at the Wayback Machine
- loging.fo Kári á Rógvi Archived 2011-08-09 at the Wayback Machine
Slóðir
rætta- Heimasíðan hjá Kára á Rógvu Archived 2011-01-28 at the Wayback Machine
- Sjalvstyri.fo Archived 2011-05-18 at the Wayback Machine
- YouTube.com
- Facebook.com