Hollywood
Hollywood er ein býlingur í Los Angeles, Kalifornia, sum var stovnaður í 1857. Tíðliga í 20. øld byrjaðu filmsfeløg úr New York og New Jersey at flyta til Kalifornia orsakað av tí sólríka veðurlagnum. Sjálvt um ravmagnið var uppfunnið, so gav tað ikki nóg mikið av ljósi til filmsupptøkurnar. Tann besta ljóskeldan var sólarljósið.
Tað fyrsta filmsstudioið í Hollywood-økinum, stovnaði David Horsley í 1911, fyri Nestor Company. Sama ár fluttu fimtan onnur sjálvstøðug filmstudio til økið.