Føringafelagið

(Ávíst frá Føringafelag)

Føroyingafelagið (á donskum Færingeforeningen) varð stovnað í 1881 við tí endamáli at virka til framburð fyri føroyskum máli og føroyskari mentan. Upprunaliga var ætlanin, at felagið skuldi nevnast Føroya Málfelag (á donskum Færøernes Sprogforening), men semja var millum fyrireikararnar um at nevna felagið Føringafelagið. Føroyingafelag fekk stóran týdning fyri tjóðskaparrørsluna, mál og mentan, bæði fyri føroyingar í Keypmannahavn og Føroyum. Føroyingfelag í Keypmannahavn fekk eitt systurfelag í Føroyum seinast í 1880-árunum. Í lýsing í Dimmalætting 22. desember 1888 verður ein og hvør boðin til fundar í løgtingshúsinum annan jóladag kl. 3, har ætlanin er at samráðast um at verja Føroya mál og Føroya siðir. Hesin fundur var fyrsta stigið til eitt týdningarmikið tíðarskeið í ands- og mentanarlívi føroyinga. Á Jólafundinum í 1888, sum var hildin í einum fullsettum tinghúsi, varð staðfest, at arbeiðast skuldi fyri at “verja Førja mál og Førja siðir”. Føroyingafelagið skuldi sambært stovnarunum hava til endamáls: 1) At fáa Føroya mál til æru og 2) At fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu verða sjálvbjargnir. Í 1890 byrjaði blaðið Føringatíðindi at koma út. Blaðið varð skrivað á føroyskum, og tað hevði somu stevnumið sum Føringafelagið. Høvuðsdenturin í Føringatíðindi var føroyskt mál og føroysk mentan, upplýsandi greinar um mangt og hvat, yrkingar, hugleiðingar og heimatíðindi.

Rasmus Effersøe var ein av teimum, ið tóku stig til tann gitna Jólafundin í 1888. Hann gjørdist fyrsti blaðstjóri á málgagni felagsins Føringatíðindi.

Endin var, at rørslan skrædnaði og fór í tvíningar í 1906. Burtur úr kom ein afturhaldandi og afturhaldssinnaður partur, Sambandsflokkurin í 1906, sum ikki vildi at nýggja mentanarliga støðið skuldi fáa nakrar politiskar avleiðingar í Føroyum, og ein broytingarsinnaður partur, Sjálvstýrisflokkurin í 1909, sum hevði ta fatan, at tann styrkta mentanarliga tilvitskan átti at fáa ta avleiðing, at føroyingar í størri mun enn áður royndu at gerast sjálvbjargnir, politiskt eins og búskaparliga. Í stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins úr 1909 kom hetta at merkja, at flokkurin í anda Føroya Framburðsfelags fór at arbeiða fyri “at sakffe Lagtinget så stor inflydelse og så meget selvstyre, som man kan opnå i god forståelse med rigsdag og regjering”. Meðan Sjálvstýrisflokkurin ásannaði, at allur framburður í Føroyum hevði sum treyt, at Løgtinginum varð givið størri heimildir og peningajáttarnir, so helt Sambandsflokkurin uppá, at framburður í Føroyum varð treytaður av, at Løgtingið vísti sparsemi í sínum arbeiði.

Fólkaatkvøðan í 1946

rætta

Upp undir Fólkaatkvøðuna 14. sept. í 1946 varð eisini eitt felag – Føroyingafelag – sum arbeiddi fyri at fáa fólk at velja loysing á fólkaatkvøðuni. Fleiri av oddafólkunum her vóru ungir føroyingar, ið høvdu lisið í Danmark, tá ið 2. heimsbardagi brast á, umframt onnur oddafólk, ið stríddust fyri betri korum til verkafólkið í Føroyum – teirra millum var eisini javnaðartingmaðurin Jákup í Jákupsstovu. Hesi ferðaðust kring landið og agiteraðu fyri loysing. Tey løgdu fram tilfar, sum vísti, hvussu Føroyar kundu klára seg fíggjarliga, og tey høvdu eisini eitt fullfíggjað uppskot til eina føroyska stjórnarskrá. Eingin ivi er um, at arbeiðið hjá hesum fólkum var ein høvuðsorsøk til, at ein meiriluti valdi loysing 14. sept. í 1946.

Keldur

rætta