Esterarbók
Esterarbókin ber navn eftir høvuðsfólkinum, einari jødagentu, sum æt Hádassa, á persiskum Ester. Hon gjørdist drotning í Persalandi og fekk stóran týdning fyri fólk sítt, tá ið illa stóð til. Í hebráisku Bíbliuni stendur Esterbók ímillum hátíðarrullarnar. Bókin varð upplistin á purimhátíðini, sum upprunin sigur frá. Esterarbók er ikki uppi í heildarsøguverkinum, sum eru Krýnikubøkurnar, Nehemiabók og Ezrabók. Men í Septuaginta var hon sett beint eftir Nehemia, tí hon viðger næstan somu tíð.